- Kunnu fongslast fyri ærumeiðing

18.02.2015 - 09:24
InnlendisSamfelag
- Kunnu fongslast fyri ærumeiðing
Tey fýra starvsfólkini í Kringvarpinum og Portalinum, ið eru stevnd fyri ærumeiðing, kunnu fongslast, verða tey funnin sek, sigur advokatur

Sambært reglunum um revsing fyri ærumeiðing kunnu tey fýra tíðindafólkini, Dia Midjord, Liljan Weihe, Jan Lamhauge og Sveinur Tróndarson fongslast, verða tey funnin sek í sakarmálinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, hevur reist.

Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum umboðar Svein Tróndarson. Hetta er ikki eitt vanligt borgarligt sakarmál, tí Jørgen Niclasen er ákæri, og tey stevndu eru ákærd.

Heini Gaard, sum fylgir rættarmálinum, hevur hitt Bjørn á Heygum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844