- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sparingar pynta upp á roknistykkið
24.02.2015 - 13:28
Innlendis›Politikkur
Sparingar pynta upp á roknistykkið
Løgtingið hevur samtykt at spara 22 mió. kr. í heilsuverkinum, men tað verður av ongum, tá avtornar, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum
Tað er bara fyri at pynta upp á roknistykkið, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum setur út í kortið, at tað skulu sparast nógvar milliónir á heilsuøkinum.
Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
Hann sigur, at løgtingið hevur samtykt at spara 22 mió. kr. í heilsuverkinum, men tað verður av ongum, tá avtornar, sigur Jenis av Rana, sum kortini viðgongur, at Landssjúkrahúsið hevur færri pengar at arbeiða við.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV