Valdømi: Løgtingskvinnur ójavnar á máli

09.03.2015 - 08:49
Innlendis›Politikkur
Valdømi: Løgtingskvinnur ójavnar á máli
Sirið Stenberg og Elsbeth M. Gunnleygsdóttir vilja aftur til gomlu skipanina, men Rósa Samuelsen og Eyðgunn Samuelsen vilja varðveita eitt valdømi

Løgtingskvinnur eru ikki einum máli, um vit skulu varðveita skipanina við einum valdømi, ella farast skal aftur til fleiri valdømi.

Tað kom fram á kjakfundinum í Norðurlandahúsinum í gjár, altjóða kvinnudagin.

Løgtingskvinnurnar, Sirið Steenberg úr Tjóðveldi og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum, mæla til at fara aftur til fleiri valdømi og siga seg ikki stúra fyri kvinnuumboðanini.

Men Rósa Samuelsen, tingkvinna hjá Sambandsflokkinum, og Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna hjá Javnaðarflokkinum, vilja halda fast um eitt valdømi, tí tær halda, at hendan skipanin tryggjar kvinnum betri umboðan á tingi.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717