Eingin skrivlig avtala um pengar til kommunurnar

15.03.2015 - 15:54
Innlendis›Politikkur
Eingin skrivlig avtala um pengar til kommunurnar
Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur sagt, at kommunurnar fáa pening frá landinum at gjalda fyri sjúklingarnar, og biðið verður um eykajáttan

Eingin skrivlig avtala er gjørd við kommunurnar, um at tær skulu fáa pening frá landinum at gjalda fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar á sjúkrahúsunum, men avtalan er bara munnlig.

Tað kom fram í orðaskiftinum, tá løgtingið viðgjørdi uppskotið frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni, um at kommunur nú skulu fáa rokning fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar, tí kommunurnar hava yvirtikið eldraøkið og heimatænastuna.

Karsten Hansen hevur sagt, at kommunurnar skulu fáa pening frá landinum at gjalda fyri sjúklingarnar, og biðið verður um eykajáttan.

Rósa Samuelsen, forkvinna í trivnaðarnevndini, sum eisini er borgarstjóri í Vága kommunu, segði í tinginum, at trivnaðarnevndin fer at fylgja gjølla við málinum:

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717