Góðan morgun Føroyar

14 ára gamli Árni W. Jákupsson selur til ferðafólk
16-03-2015
Eg sá at kampingfólkini ikki keyptu t.d sunnudagar. Tí keypti hesa súkkluna og selji nú frá henni, tað er orduliga stuttligt, sigur Árni

Árni Winher Jákupsson stóð klárur við "Christiania" súkkluni í morgun uttanfyri Farstøðina. 750 ferðafólk vóru umborð á Norrønu í morgun í samband við sólarmyrkingina fríggjadagin. 

Stóri áhugin fyri sólarmyrkingini vekir ikki bert áhuga hjá ferðaráðum og handlum, men eisini hjá 14 ára gamla Árna. Hann hevur ein súkklandi handil, sum selur ymiskar føroyskar gávulutir. 

Árni skuldi ikki í skúla fyrr enn kl 10.00 í morgun, og tískil hevði hann stundir at selja eina løtu áðrenn hann fór í skúla. 

Hugskotið kom til hansara, tí hann býr omanfyri kampingøkið yviri við strond. Og har sær hann at ferðafólk eru, men ikki hava møguleika at keypa um tey eru her sunnudag. 

Árni heldur at tað er sera stuttligt at selja og í morgun møtti hann fólkum úr Japan, Týsklandi, Hollandi o.s.fr. 

 



Hoyra stuttu samrøðuna við Árna W. Jákupsson omanfyri 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026