Børn og vaksin skulu kenna "kardamummubýin"

27.04.2015 - 11:47
ListLeiklist
Børn og vaksin skulu kenna "kardamummubýin"
Heldur Hjálmar Dam, sum í heyst skal leikstjórna "fólk og dølgar í kardamummubýnum" og tískil bjóðar føroyingum í øllum aldri til upptøkuroynd 9.mai
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Eg leiti eftir øllum fólki, ung sum gomul, roynd sum óroynd. Tey skulu bara hug og vera ein partur av eini stórari familju, sigur leikstjórin, Hjálmar Dam.

Hetta sigur hann í samband við at Havnar sjónleikarfelag bjóðar til almenna upptøkuroynd leygardagin 9 mai, tí at felagið fer at seta leikin "fólk og dølgar í kardamummubýnum" upp í heyst.

Hjálmar Dam heldur at øll eiga at vaksa upp við Kaspuri, Japsuri og Jónatan, Suffíu mostir og øllum hinum í Kardamummubýnum. Tí er tíðin røtt at seta leikin upp aftur, nú tað eru 11 ár síðani hann seinast varð spældur. 

Hoyr hvat leikstjórin segði um upptøkuroyndina omanfyri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Mánadag 21. juli
Morgunlestur mánadagur 21.juli 2025
194744
Nýggjastu sendingar í SV