Ósemja um ES fíggjar nýtt havrannsóknarskip

30.04.2015 - 13:00
InnlendisPolitikkur
Ósemja um ES fíggjar nýtt havrannsóknarskip
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, sigur nei, men Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandsnevndini sigur jú

Annika Sølvará sigur:

- Granskingarverkætlanin hjá ES, Horizon 2020, fíggjar ikki byggingina av nýggjum føroyskum havrannsóknarskipi. Men tá skipið er bygt, økir tað møguleikarnar fyri at fáa pengar til gransking.

Tá løgtingið týsdagin samtykti at halda fram við granskingarsamstarvinum við ES, vísti Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandsnevndini á, at tað ber til at fáa pengar úr granskingarskránni til nýtt havrannsóknarskip.

Johan Dahl sigur:

- Eg og Rodmundur Nielsen havt eina samtalu við ein persón, sum er væl kendur og sum arbeiðir innanfyri gransking, sum hevur sagt, at hann hevur kontaktir, sum hava víst á, at tað eru møguleikar at fáa fígging, ið er relaterað til Horizon 2020, sigur Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandsnevndini. 

Men so einfaldur er spurningurin ikki, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum (ljóðbrot).

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489