Hallur Holm DM-vinnari í Ultra Trail á Bornholm

03.05.2015 - 18:53
ÍtrótturAnnar ítróttur
Hallur Holm DM-vinnari í Ultra Trail á Bornholm
47 ára gamli Hallur Holm gjørdist í gjár Danmarkarmeistari í 80 km. langa Ultra Trail teininum á Bornholm

Í gjár vann Havnamaðurin, Hallur Holm, fyrsta Danmarkar Meistaraskapið í Ultra Trail renning á langteini á Bornholm.

Hallur vann í sínum bólki, 45-50 ár, við tíðini 10.39.20. Harumframt endaði hann á einum samlaðum 6. plássi og nr. 1 í samlaðu kappingini gjørdist fleirfaldaði vinnarin á hesum teininum Jesper Noer.

Teinurin, ið skuldi rennast, var beint omanfyri 80 kilometrar, og teir fyrstu tímarnir vórðu runnir í bølamyrkri. Leiðin varð løgd soleiðis til rættis, at tað var nógv óslætt lendi og nógvar brekkur, so tað gjørdist til 3.000 hæddarmetrar tilsamans. 

Í alt 60 rennarar vóru við í kappingini.

Hoyr samrøðu við Hall Holm her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738