- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskahøvdini neyvan lóggivin á land
11.05.2015 - 11:26
Innlendis›Politikkur
Fiskahøvdini neyvan lóggivin á land
Uppskotið um at taka alt fiskivinnutilfeingið á land verður neyvan samtykt. Stjórin á Høvdavirkinum undrast.

Eitt uppskot hjá Tjóðveldi um at taka alt fiskivinnutilfeingið til lands verður neyvan samtykt hesaferð heldur, hóast tingið fleiri ferðir seinastu árini hevur viðgjørt líknandi mál.
Samgonguflokkarnir í vinnunevndini siga, at einki er at ivast í, at stór virði fara fyri skeytið, tí partur av fiskinum verður tveittur aftur í havið.
Men Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Janus Rein og Hanus Samró vísa á, at hetta er partur av fiskivinnunýskipanini, sum samgongan arbeiðir við, og tí tekur meirilutin ikki undir við málinum, men mælir tinginum frá at samtykkja tað.
Hetta undrar stjóran á Høvdavirkinum í Leirvík, Eirikur á Húsamørk:
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV












