Rognkelsi avlúsa allan laksin

22.05.2015 - 10:05
InnlendisVinna
Rognkelsi avlúsa allan laksin
Hetta er eitt gjøgnumbrot í alingini, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord

Hiddenfjord er farið undir at taka laks á Miðvági, sum ongantíð er avlúsaður við kemiskum evnum. Og tað verður mett sum eitt gjøgnumbrot í alingini.

Smoltini vóru størri enn vanligt smolt, tá ið tey vórðu sett út, og síðani í november í fjør eru rognkelsi brúkt til at eta lýsnar av laksinum.

Hiddenfjord hevur keypt rognkelsi úr Íslandi fyrst og fremst. Tey eru slept í aliringarnar, har tey eta lýsnar av alifiskinum.

Hoyr samrøðu við Atla Gregersen, stjóra í Hiddenfjord, í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489