Thorning skrivar út val í morgin ella hósdagin

26.05.2015 - 13:41
Thorning skrivar út val í morgin ella hósdagin
Stjórnin ætlar at nýta 39 milliardir krónur næstu árini til vælferð. Hetta er aftur eitt tekin um, at valið er í nánd, siga politiskir eygleiðarar

Danska stjórnin ætlar at brúka 39 milliardir krónur meira í almenna geiranum til tess at styrkja vælferðina hjá dønum. 15 milliónirskulu brúkast til heilsu- og sjúkrarøkt, segði Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, á tíðindafundi fyrrapartin.

Nógvar gitingar eru um, nær forsætisráðharrin fer at skriva út val - eitt boð er í morgin, onkur heldur hósdagin, men politiskir viðmerkjarar eru á einum máli um, at tíðindafundurin í dag merkir, at tað í øllum førum verður heilt skjótt.

Hoyr Una Holm Johannesen úr Keypmannahavn, sum eisini tosar við Henrik Qvortrup, viðmerkjara.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375