Tvøroyrar býráð mótmælir at helvtin kann landast uttanlands

Tvøroyrar býráð mótmælir at helvtin kann landast uttanlands
Kristin Michelsen, borgarstjóri, hevur biðið um fund við Fiskimálaráðið, nú ætlanin er at broyta sjófeingislógina
Broytingin í sjófeingislógini kann hava við sær, at Suðuroyggin missir enn fleiri inntøkur, og at fleiri flyta av oynni, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri. (Savnsmynd)
 
03.02.2025 - 13:21

Tvøroyrar býráð mótmælir, at sjófeingislógin verður broytt, soleiðis at skipini sleppa at landa helvtina av veiðuni uttanlands.

Eitt samt býráð mælir staðiliga til at halda fast um verandi orðing í løgtingslóg um sjófeingi, har tað er ásett, at øll veiða hjá føroyskum skipum skal landast og avreiðast um bryggjukant í Føroyum. Tó kunnu 15 prosent av veiðuni fyri hvørt fiskaslag landast og avreiðast uttanlands.

 

Kristin Michelsen.

 

Kristin Michelsen, borgarstjóri, er argur um, at uppskotið kemur frá Dennisi Holm, landsstýrismanni, og hann hevur biðið um fund við Fiskimálaráðið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03022025_Kristin

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025