- Vit mugu verja borg

02.06.2015 - 11:12
Lívsstílur
- Vit mugu verja borg
Tað sigur formaðurin í Føroya Óðalsfelag, Niels Pedersen, sum heldur at ágangurin móti óðalsmonnum er stórur í hesum døgum

Føroya Óðalsfelag er farið at ferðast kring landið, har kunnað verður um felagið og kjakast verður um viðurskifti, sum hava áhuga hjá óðalsmonnum. Um vikuskiftið vóru tey í Klaksvík og kunnaðu um felagið.

- Serliga var tað tann nýggja matvørulógin, sum kjakast varð um, sigur Niels Pedersen.

Óðalsmenn óttast fyri, at gamli siðurin, at fletta heima við hús og hanga upp í egnum hjallið, fer at detta burtur. Tí sjálvt um nýggja matvørulógin sigur, at bert kjøt sum skal seljast í handli, skal hagreiðast á góðkendum sláturvirkið, so er hetta bara byrjanin.

- Gevur man teimum lítlafingur, so verður øll hondin tikin fyrr ella seinni, sigur Niels Pedersen.

Hann heldur at nú mugu óðalsmenn verja borg og stríðast fyri sínum, tí ágangurin er stórur.

Lurta eftir samrøðuni við Niels Pedersen, formann í Føroya Óðalsfelag.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655