Karin Kjølbro: - Vit fingu blómur og spark

05.06.2015 - 13:34
InnlendisSamfelag
Karin Kjølbro: - Vit fingu blómur og spark
Í 1978 vórðu fyrstu kvinnurnar valdar í løgtingið: Jona Henriksen í Javnaðarflokkinum og Karin Kjølbro í Tjóðveldisflokkinum
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Karin Kjølbro var gestur í útvarpsstovuni, í sambandi við, at tað í dag eru 100 ár liðin síðani kvinnur fingu grundlógartryggjaðan rætt at fara á val.

FAKTA:

Árið 1906

Fyrstu ferð kvinnur í Føroyum sluppu at atkvøða, var á fólkaatkvøðuni um rúsdrekka í 1906.

Árið 1915

Tær fingu valrætt til kommunuvalið í 1909, og til løgtingið í 1916.

Árið 1956

Sum tíðin leið, gjørdust kvinnur meira virknar í politikki, og í 1956 varð Malla Samuelsen vald í Tórshavnar Býráð á kvinnulista sum stillaði upp.

Hon var eisini fyrsta kvinnan sum sat í løgtinginum. Tað var í 1964, tá hon kom inn sum varalimur fyri Sjálvstýrisflokkin.

Árið 1978

Í 1978 vórðu fyrstu kvinnurnar valdar í løgtingið. Tær vóru Jona Henriksen í Javnaðarflokkinum (hon var varalimur 1975-78) og Karin Kjølbro í Tjóðveldisflokkinum. 

Árið 1985

Fyrsta kvinna í landsstýrinum var Jóngerð Purkhús, sum í 1985 varð tilnevnd landsstýriskvinna í fíggjar- og umhvørvismálum.

Árið 1993

Í 1993 fingu vit fyrsta og higartil einasta kvinnuliga løgmannin, Tað var Marita Petersen, sum var løgmaður frá januar 1993 til september 1994. Aftaná valið í 1994 varð Marita Petersen eisini sum fyrsta kvinnan vald sum løgtingsformaður.

Árið 1994

Ein kvinna í Føroyum er vald í Fólkatingið. Tað er Lisbeth L. Petersen, sum varð vald í 2001.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. juli
Morgunlesturin hósdagur 10.juli 2025
194082
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076