Fólkaflokkurin má styrkjast í Havnini

20.06.2015 - 12:28
InnlendisPolitikkur
Fólkaflokkurin má styrkjast í Havnini
Tað heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Fólkaflokkurin var minsti flokkur í Havnini av fýra av teimum stóru flokkunum

Hóast Fólkaflokkurin hevði eina lítla framgongd á 0,2, prosent í mun til seinasta fólkatingsval, so var hann minsti flokkur í Havnini av fýra av teimum stóru flokkunum á fólkatingsvalinum hósdagin. 

Fólkaflokkurin fekk 14,3 prosent av atkvøðunum í høvuðsstaðnum. Tjóðveldi fekk 30,8 prosent, Javnaðarflokkin fekk 26 prosent og Sambandsflokkurin fekk 18,5 prosent av atkvøðunum í Havnini.
Harafturímóti stóð Fólkaflokkurin seg væl í Klaksvíkini, har hann var stórsti flokkur við 33,8 prosent av atkvøðunum.

Neyðugt við nýggjari strategi

Havnin hevur nógv at siga sum valstað. "Tí er neyðugt at leggja eina strategi, sum kann styrkja støðuna hjá Fólkaflokkinum í høvuðsstaðnum til komandi løgtingsval", heldur Annika Olsen:
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558