Yrkisleiklistin má fáa meiri pening

22.06.2015 - 13:54
ListLeiklist
Yrkisleiklistin má fáa meiri pening
Stjórin á Tjóðpallinum og ein listaummælari fegnast um, at ein føroyingur hevur fingið hægstu virðisløn í Danmark

Tað er stórt, at ein føroyingur vinnur hægstu virðisløn fyri leiklist í Danmark.

Men skulu vit menna leiklistina í Føroyum, mugu umstøðurnar bøtast og stuðulin til yrkisleiklistina vaksa.

Tað halda Jenny Petersen, stjóri á Tjóðpalli Føroya, og Kinna Poulsen, listaummælari.

Játtanin til Tjóðpall Føroya er í ár 4,5 milliónir krónur, og hon fer bæði til lønir, at keypa vørur og tænastur, til útbúnað, húsaleigu og viðlíkahald. Stuðulin til yvrkisleiklistina á fíggjarlógini hevur seinastu árini verið 450.000 krónur.

 

Mynd: Jenny Petersen er stjóri á Tjóðpallinum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493