Sea Sheperd fótafesti í altjóða miðlum

31.07.2015 - 13:20
InnlendisSamfelag
Sea Sheperd fótafesti í altjóða miðlum
- og tað kunnu føroyingar takka sær sjálvum fyri

Tað heldur franski journalisturin, Maria Canabal, sum arbeiðir sum matummælari fyri altjóða miðlar sum Le Monde, Gourmet og Vouge Casa.

Við grindalógini hava føroyingar givið She Sheperd eina so góða søgu, at felagsskapurin, sum annars ikki hevur fingið rúmd í teimum stóru miðlunum, veruliga hevur sett grind á dagsskránna í seriøsum miðlum. Og tað skaðar føroyska umdømið, sigur hon. 

Sea Sheperd hevur vanliga ikki fingið rúmd í teimum seriøsu miðlunum, eins og Green Peace hevur, men í seinastuni hevur felagsskapurin reiðiliga fingið fótin fyri seg, sigur franski journalisturin, Maria Canabal, sum hevur verið nógv í Føroyum síðani hon skrivaði um føroyskan mat fyrstu ferð fyri tveimum árum síðani. 

Tíggju ferðir hevur hon vitjað Føroyar og hon hevur millum annað skrivað um grind í fronskum matmiðlum sum Gourmet. Mariu Canabal dámar serliga væl turra grind.

Maria Canabal hevur í sínum arbeiða nógv samband við miðlaheimin, og hon hevur serliga lagt til merkis tí nógvu umrøðuna, sum Føroyar hava fingið í seinastuni orsakað av grindalógini.


Men hví er grindalógin ein góð søga?

Grindalógin nertir við grundleggjandi rættindi hjá tí einstaka og hon viðvíkur øllum. Tí var hon ein gáva til Sea Sheperd og gjørdist av álvara teirra atongumerki til alheims miðlar, sigur Maria Canabal.

Við Grindalógini hava vit givið Sea Sheperd eina mikrofon, sigur Maria Canabal

Tað, sum veruliga gjørdi munin var, at Newsweek hevði eina grein um, at ferðafólk í Føroyum kunnu fáa fongsulsrevsing ella bót, boða tey ikki frá eini grind.

Eftir hetta sendi franska tíðindastovan AFP tíðindaskriv út, og so var søgan allastaðni, sigur Maria Canabal. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204983
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954