- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Farið verður afturum valið
24-08-2015
Atkvøðurnar flyta seg, men hví? SamFelagið skipar fyri tiltaki, har farið verður afturum valið
Aftaná eina rúgvu av vallyftum og politiskum kjakið í alskyns miðlum, verður krossurin endaliga settur á valdegnum.
Summi seta krossin sama stað, onnur royna eitt nýtt valevni. Men hvar setur veljarin krossin, og hví?
Hesir spurningar verða viðgjørdir í tiltaki, sum SamFelagið, felagið hjá føroyskum samfelagsfrøðingum, skipar fyri.
Hoyr meira um tiltakið í samrøðuni.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500