"The Earth Anew" frumframførslu í kvøld

09.09.2015 - 13:00
List›Tónleikur
"The Earth Anew" frumframførslu í kvøld
- Venjingarnar hava gingið væl og eg eri spentur til í kvøld, sigur Sunleif Rasmussen, tónaskald. Symfoni nummar 2 verður framførd í kvøld

Tað er í ár júst 20 ár síðan Sunleif Rasmussen byrjaði at skriva sína fyrstu symfoni, "Oceanic Days", sum so bleiv frumframførd í mars 2000.
Í kvøld hevur 2. symfoniin "The Earth Anew" frumframførslu í Helsinki í Finnlandi.

Í ár eru eisini hálvtannahundrað ár síðan finnska tónaskaldið Jean Sibelius var borin í heim, og hetta verður hátíðarhildið í Finnlandi. Eitt nú hevur John Storgårds, dirigentur og Philharmoniska orkestri í Helsinki og Norðurlandahúsið í Føroyum umbiðið symfoni nr. 2 frá Sunleifi Rasmussen.

Føroyingar, sum vilja lurta eftir symfoniini, kunnu lurta í annakvøld, hóskvøldið. tá konsertin verður stroyma á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, www.kvf.fo

Góðan morgun, Føroyar hevur tosað við tónaskaldið Sunleif Rasmussen

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Leygardag 28. november
Upp á tá - 271126
217150
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
Møti
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111