Føroya fyrsta løðistøð til el-bilar á veg

18.10.2015 - 17:20
Innlendis›Samfelag
Føroya fyrsta løðistøð til el-bilar á veg
Um ein mánað kanst tú løða tær bilin í Klaksvík. Í ár er ætlanin eisini at seta upp løðistøð við parkeringsøkið á Flogvøllinum og í Havn

Støðin verður upp við Stangavegin í Klaksvík, og tveir bilar kunnu løða í senn. Í mun til stødd á bili og battaríi verður talan um skjóta løðistøð.

Hoyr samrøðu við Dánjal Jógvan Hansson, deildarleiðara á innleggingardeildini hjá SEV.

FAKTA:

Løgtingið hevur samtykt, at fram til 2020 skulu EL-bilar ikki rinda skrásetingargjald. 

Skrásetingargjaldið er 50 prosent av fyrstu 100.000 krónunum á fakturavirðinum, og síðani 75 prosent av tí, sum er omanfyri 100.000 krónur. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037