Savna landsfyrisitingina í Tinganesi

04.11.2015 - 16:48
InnlendisPolitikkur
Savna landsfyrisitingina í Tinganesi
Fíggjarmálaráðið og Fiskimálaráðið flyta í Tinganes. Ætlanin er, at øll landsfyrisitingin skal vera so tætt við Tinganes sum til ber

Fíggjarmálaráðið og Fiskimálaráðið flyta í Tinganes. Tað er ætlanin, nú Aksel V. Johannesen mælir løgtinginum til at játta 21,3 milliónir kr., so landið keypir gamla Sjóvinnubankan og sethúsini hjá Múller á Kongabrúnni.

Ætlanin er, at øll landsfyrisitingin skal vera so tætt við Tinganes sum til ber, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Gongst sum ætlað, verður øll miðfyrisitingin so tætt við Tinganes sum gjørligt um eini trý til fýra ár, sigur løgmaður.

Við at keypa bygningarnar á Kongabrúnni, fer landið at spara einar tvær milliónir krónur um árið, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044