Roynir semju við Wick í grindamálinum

09.01.2016 - 15:38
InnlendisSamfelag
Roynir semju við Wick í grindamálinum
Borgarstjórin í Klaksvík heldur, at frægast er at royna semjuleistin, men eitt mark er kortini

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, ger nú aftur eina roynd at varðveita vinarbýarsambandið við skotska býin Wick.

Í næstu viku fer býráðið í Wick at taka endaliga støðu til, um býurin skal slíta vinarbýarsambandið við Klaksvík.

Í summar boðaði Gail Ross, borgarstjóri í Wick, Klaksvíkar kommunu frá, at hon kann ikki góðtaka, at føroyingar drepa grind. Hon sendi tí Jógvani Skorheim bræv um, at Klaksvík er í vanda fyri at missa Wick sum vinarbý.

Jógvan Skorheim heldur, at frægast er at royna semjuleistin, men eitt mark er kortini.
 

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086