Set í verk eina null-hugsjón fyri laksalús

17.01.2016 - 14:42
InnlendisVinna
Set í verk eina null-hugsjón fyri laksalús
Fyri at loysa trupulleikan við laksalús í Føroyum, noyðast vit at herða reglurnar á økinum. Tað heldur Peter Østergaard, djóralækni

Stjórin í alifyritøkuni Luna vísti í vikuni á, at føroyska alivinnan er um at missa tamarhaldið á laksalúsini. Talið á kynsbúnum laksalús kom í desember upp á 38 milliónir - tvær ferðir so nógv sum árið fyri og fýra ferðir so nógv, sum fyri trimum árum síðan. Vøksturin hevur serliga verið stórur í heyst og vetur.


-Neyðugt er við nýggjum og strangari átøkum fyri at basa trupulleikanum, segði Atli Gregersen, stjóri í Luna. Peter Østergaard, djóralækni, er samdur at okkurt má gerast.

Enn er ógreitt, hvat stríðið móti laksalúsini kostar føroysku alifyritøkunum.

Niðurstøðan í einari nýggjar norskari frágreiðing er, at stríðið móti laksalús kostaði norsku alivinnuni útvið fimm milliardir krónur í fjør. Fýra krónur fyri hvørt kilo av laksi kostar tað at basa lýsnum, sambært frágreingingini hjá granskingarstovninum Nofima í Tromsø. Slík tøl eru ikki fyri føroysku alivinnuna.

Birna Mørkøre, landsdjóralækni, sigur at alarar hava í fleiri førum fingið álagt at slakta laks og hava eisini fingið boð um at lækka talið av smolti, sum verður sett út.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756