Laksalús: Mugu ala minni

21.03.2022 - 18:01
InnlendisSamfelag
Laksalús: Mugu ala minni
Myndugleikarnir eiga at seta strangari krøv til teirra, sum hava trupulleikar við lús, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord
Atli Gregersen er stjóri í Hiddenfjord.

Alast má minni á firðum við nógvari laksalús.

Tað heldur Atli Gregersen, stjóri í alifyritøkuni Hiddenfjord.

- Vit eiga at fyribyrgja, at lúsin breiðir seg, eitt nú við at lækka markið, hvussu nógvar kynsbúnar lýs eru loyvdar, sigur hann.

Eisini mugu myndugleikarnir seta strangari krøv til alarar, sum hava stórar trupulleikar við laksalús, soleiðis at minni verður sett út, har trupulleikar eru, heldur hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Hiddenfjord í Sørvági.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532