Fyrsta stigið til eftirskúla tikið

11.02.2016 - 16:39
InnlendisSamfelag
Fyrsta stigið til eftirskúla tikið
200.000 krónur eru settar av til ein nýggjan eftirskúla, ið ætlandi verður á Drelnesi. Pláss verður fyri 80 næmingum

Leingi hevur verið tosað um ein eftirskúla á Suðuroynni, men lítið er komið burturúr. Nú eru 200.000 krónur settar av á fíggjarlógini at leggja verkætlanina um skúlan til rættis.

Sambært Ólavi Rasmussen, formanni í arbeiðsbólkinum fyri skúlan, verður verkætlanin liðug í august í ár.

Í nýggjasta álitinum um eftirskúla, sum kom í mars í fjør, skal eftirskúlin vera á Drelnesi og rúma 80 næmingum.

120 ungir føroyingar fara av landinum á hvørjum ári í eftirskúla, og tí er grundarlag fyri at stovna eftirskúla í Føroyum, sigur Ólavur Rasmussen.

Harafturat heldur fyriskiparin, at føroysk foreldur uttanlands fara at senda børnini til Føroya í eftirskúla.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945