Vilja hava pengar til ítróttaháskúla

Vilja hava pengar til ítróttaháskúla
Ítróttareftirskúlin í Suðuroy undir stovnan hevur biðið Fíggjarnevndina um eina millión til raksturin næsta ár
 
25.10.2016 - 11:05

Áhugabólkurin og Sjálvsognarstovnurin "Ítróttareftirskúlin í Suðuroy undir stovnan" hevur biðið Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum um eina góða millión krónur til rakstur í 2017.

Ítróttareftirskúlin skal ikki blandast við ítróttarháskúlan, sum fór undir sítt virksemi í Suðuroy á sumri í ár. 

Frá byrjan hevur verið arbeitt við ætlan um eitt bland av háskúla og eftirskúla, sum skal bjóðast út á sama skúlanum, stendur í umsóknini. Eftirskúlatilboð sum heilárstilboð, og háskúlatilboð sum heilárs- og hálvárstilboð.

Umsókn send Mentamálaráðnum

Áhugabólkurin skrivar, at grundhugsanin er, at við tilboði um ítróttarháskúla og -eftirskúla á sama staði ber til at brúka læraraorkuna sum frægast, útreiðslurnar kunnu haldast niðri.

So fæst eisini eitt gott ítróttarligt skúlatilboð til ymsu aldursbólkarnar. Hugsanin er, at tey í 10-floksaldri skulu fáa eftirskúlatilboð, og tey 17 ár og eldri eitt ítróttarháskúlatilboð.

Nú umsókn er send Fíggjarnevndini um rakstrarjáttan til eftirskúlan, hevur Mentamálaráðið eisini fingið umsókn um at góðkenna ítróttaeftirskúlan í Suðuroy.

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur fund millum annað um hesa umsóknina í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860