25 minuttir við Bárði á Steig Nielsen

bannari
13.03.2016 - 14:48
InnlendisPolitikkur
25 minuttir við Bárði á Steig Nielsen
Um óloyalitet, at javnaðarveljarar skulu aftur í Sambandsflokkin, at floksleiðslan misti sambandið við baklandið og føroyska stjórnarskipan

Bárður á Steig Nielsen helt sína fyrstu røðu sum sambandsformaður á landsfundi floksins í gjár.

Útvarpið hevur boðið honum í útvarpsstovuna, nú Sambandsflokkurin er farin undir sjálvrannsakan.

 

Eitt bakkast fyri flokkin

Sambandsformaðurin heldur, at samgongusamstarvið við Fólkaflokkin og Miðflokkin fór illa við Sambandsflokkinum.

Tað vísti løgtingsvalið í fjør greitt.

- Týdningurin av ríkisfelagsskapinum kámaðist til tíðir, og vit mugu staðfesta, at úrslitið av at fara í samgongu við ein ultrahøgravendan flokk var vánaligt, hóast vit fingu rættiliga nógv burtur úr sosialu virðunum, sigur hann.

Sambandsflokkurin er nú farin undir sjálvrannsakan. Ein av meginuppgávunum er at fáa samband aftur við baklandið. Floksleiðslan hevur ikki í nóg stóran mun havt stundir til tað, men nú flokkurin er í andstøðu, skal baklandið framat.

- Vit mugu ásanna, at tað hava vit ikki dugað nóg væl, heldur sambandsformaðurin.

Sum formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum hevði Bárður á Steig Nielsen sjálvur ein virknan lut í politikkinum, sum varð førdur farna valskeið.

 

Skal hava veljarar aftur

Sambandsflokkurin misti nógvar atkvøður til Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum seinast, tí fleiri sambandsfólk mettu, at Sambandsflokkin lat seg stýra av Fólkaflokkinum.

Men Sambandsflokkurin var meira sosialur enn fólk góvu sær far um, heldur Bárður Nielsen.

- Um veljararnir høvdu lurtað eftir tí, vit søgdu, so skilji eg ikki, at teir valdu Javnaðarflokkin, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167