Sporini frá nítiárunum ræða

14.03.2016 - 12:59
Innlendis›Politikkur
Sporini frá nítiárunum ræða
Danska stjórnin hevur sett sær fyri at styrkja ríkisfelagsskapin mentanarliga

Sporini frá djúpu ósemjunum millum Danmark og Føroyar fyrst í 90'unum og undir ES-boykottinum ræða, og millum annað tí hevur danska stjórnin sett sær fyri at styrkja ríkisfelagsskapin mentanarliga.

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

Mikudagin hevur danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, boðið Føroyanevndini, Grønlandsnevndini og fjølmiðlunum á føroysku matstovuna í Keypmannahavn, Koks, har hann fer at markera nýggju donsku flaggdagarnar.

Sjúrður Skaale ætlar sær at fara, um tað liggur fyri, og hin føroyski fólkatingslimurin, Magni Arge í Tjóðveldi, umhugsar støðuna.

Magni Arge sigur, at hann í løtuni fyrireikar ein fyrispurning til forsætisráðharran, har hann vil hava at vita, um nýggju átøkini eru "innlendis ríkissúmbolikkur", sum hann tekur til, ella um stjórnin viðurkennir, at Føroyar og Grønland hava sjálvsavgerðarrætt samsvarandi fólkarættinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334