Nýggj ferðaseðlaskipan klár í heyst

16.04.2016 - 16:26
Innlendis›Samfelag
Nýggj ferðaseðlaskipan klár í heyst
Teistanevndin hevur trýst á fyri at fáa skipan at keypa ferðaseðlar á netinum. Strandferðslan lovar nýggja skipan at koma í gildi 1. november 2016

Teistanevndin ynskir, at tað skal bera til at keypa sær ferðaseðil til bilin á netinum.

Teistanevndin, sum vegna kommunurnar í Sandoynni støðugt roynir at fáa farleiðina betri, serliga fyri oyggjafólkið, hevur fleiri ferðir víst Strandfaraskipum Landsins á tørvin á eini netskipan til ferðaseðlakeyp.

Tað hevur enn ikki eydnast Teistanevndini at frætta, hvussu gongst við at fáa eina slíka netskipan at virka, hóast tað eftirhondini eru meira enn tvey ár síðani, at nevndin legði ynskið og uppskot til loysn fyri Strandferðsluni, hóast Strandferðslan hevur lovað, at ein netskipan skuldi koma fyri ein dag í januar 2016.

Nú lovar stjórin á Strandferðsluni, Hilmar Eliasen, at nýggj skipan veður tikin í nýtslu 1. november í ár

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952