Brek á høvuðsmotori á Smyrli

Brek á høvuðsmotori á Smyrli
Strandfaraskipið Smyril hevur nú aftur fingið trupulleikar við einum av høvuðsmotorunum, so hann ikki fær siglt við fullari ferð
Smyril hevur fingið brek á høvuðsmotorin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.11.2023 - 14:16

Av tí sama kann roknast við seinkingum á Suðuroyarleiðini næstu dagarnar.

Í morgin er ferðaætlanin fyribils broytt, so Smyril siglir av Krambatanga klokkan seks og aftur av Havnini klokkan eitt.

Og so fer hann av Krambatanga seinnapartin klokkan fýra og suðuraftur av Havnini í annaðkvøld klokkan sjey.

Strandferðslan sigur, at Bygdaleiðir í Suðuroynni koyra í sambandi við hesar broytingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890