Vil hava uppskot aftur úr fíggjarnevndini

20.04.2016 - 09:39
InnlendisPolitikkur
Vil hava uppskot aftur úr fíggjarnevndini
Málið um at sleppa grønum hitaskipanum undan meirvirðisgjaldi, hevur ligið í nevndini síðani í heyst, og nú er Kári P. Højgaard farin at ótolnast

Kári P. Højgaard, tingmaður í Nýggjum sjálvstýri, er farin at ótolnast eftir fíggjarnevndini, sum síðani í heyst hevur viðgjørt uppskotið frá Nýggjum sjálvstýri um, at allar grønar hitaskipanir, sum t.d. jarðhiti og fjarhiti, skulu sleppa undan meirvirðisgjaldi.

Og Kári P. Højgaard vil nú hava málið aftur í tingið.

Uppskotið varð lagt fyri tingið 23. oktober, og tað fekk fekk fyrstu viðgerð 3. november.

Síðani varð málið beint í fíggjarnevndina, og har hevur tað ligið síðani.

18. februar bað fíggjarnevndin løgtingsformannin um at leingja freistina at leggja fram álit í málinum, tí landsstýriskvinnan í orkumálum tann dagin hevði lovað nevndini, at hon fór at koma við einum broytingaruppskoti, og at nevndin saman við landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum ger neyðugar útrokningar.

4-5 vikur

Fíggjarnevndin væntaði, at arbeiðið fór at taka einar 4-5 vikur, og bað um at fáa freistina at leggja álit fram longda til eftir páskir, t.e. eftir 1. apríl.

Løgtingsformaðurin eftirlíkaði umbønini um at leingja freistina.

Enn er einki álit komið, og á tingfundinum í gjár bað Kári P. Højgaard, sum legði uppskot fram, um at fáa málið aftur úr nevdini.

Løgtingsformaðurin boðaði frá, at tingið á einum seinni fundi fer at atkvøða, um málið skal takast úr fíggjarnevndini og koma aftur í tingið.

Kemur fyrsta dagin

Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, sigur, at viðgerðin hevur drigið út, m.a. tí at fíggjarlógarviðgerðin var fyri, og tí fíggjarnevndin vildi hava uppskotið útgreinað, bæði hjá landsstýriskvinnuni í orkumálum og landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, samanborið við orkupolitikkin hjá landsstýrissamgonguni.

Álitið kemur fyrsta dagin, sigur Ruth Vang.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763