150 ár síðan Havnin varð skipað við kommunustýri

25.05.2016 - 10:45
Lívsstílur
150 ár síðan Havnin varð skipað við kommunustýri
Fyrsta kommunustýrið í Havn hevði sín fyrsta fund heima í stovuni hjá A.C. Lützen 26. mai í 1866

Tann 26. mai 2016 eru liðin 150 ár, síðan Tórshavnar kommuna fór til verka sum sjálvstøðug kommuna.

Havnarborgarum hevur leingi tørvað skipað kommunustýri, eins og býnum hevur tørvað ein kommunalan myndugleika í viðurskiftum við serligum áhuga at taka avgerðir fyri býarborgararnar. Haraftrat er týdningarmikið at menna kommunala frælsið, sum grundlógin birtir uppundir.

Grundarlagið undir uppskotinum, sum Peter Holten, amtmaður í Føroyum frá 1861 til 1871 og tingformaður, arbeiddi við at gera um kommunulóg fyri Havnina, var kommunulógin fyri Akuroyri í Íslandi frá 1862. Hetta komst av, at amtmaðurin helt Akuroyri kunna brúkast sum fyrimynd hjá Havnini. 

Fútin føddur limur
Sambært lógini fyri Tórshavnar kommunu skuldi fútin, sum var føddur limur í býarstýrinum, stjórna kommununi saman við fimm fólkavaldum umboðum. Teir fólkavaldu skuldu verða valdir við almennari atkvøðugreiðslu, har eitt valstýri spurdi veljaran, hvønn hann valdi.

Fyrsta kommunustýrisvalið var 8. mai í 1866. Teir, sum vórðu valdir, vóru A.C. Lützen, skúlalærari, H.C. Müller, sýslumaður, M.C. Restorff, keypmaður, C.M. Olsen, bókhaldari, og E.D. Bærentsen, kirkjukassameistari. Í stýrinum var eisini Hannes Finsen, fúti.

Morgunsendingin tosar við Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra hjá Tórshavnar kommunu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162