- Tíðindi, mentan og ítróttur
Familja í tvístøðu eftir oljuleka
Oljufelagið Effo vil enda málið um oljulekan í miðbýnum í Havn og biður fólk flyta innaftur í síni sethús. Familjan noktar, tí framvegis veit eingin, um oljan er tikin uppaftur:
Oljufelagið Effo vil ikki longur rinda fyri innivist til eina familju, sum síðst í mars mánaði mátti flyta frá húsi og heimi í miðbýnum í Havn vegna oljuleka í grannahúsum.
Felagið mælir familjuni til at flyta innaftur í síni sethús, og vísir til eina kanning av inniluftini í húsunum.
Familjan, sum síðstu tveir mánaðirnar hevur búð á fimm ymiskum bústøðum í býnum, kennir seg als ikki trygga og vil tí ikki flyta innaftur í húsini.
Oljuluktur er framvegis í húsinum, og enn er ikki kannað, um olja er likin inn á stykkið hjá teimum. Tí standa vit nú á berum, sigur Annika Gregoriussen
Útvarpið royndi týsdagin at fáa samband við Effo fyri at fáa tey at greiða frá, hví tað eftir teirra tykki ikki er neyðugt at gera fleiri kanningar í Magnus Heinasonar gøtu í Havn.
Niels Juel Nattestad, stjóri, sum er tann einasti, sum kann úttala seg vegna felagið, er staddur uttanlands og var tí ikki til at fáa fatur á týsdagin.
Familjan, sum vit hoyrdu í innslagnum, hevur síðstu mánaðirnar verið í sambandi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Umhvørvisstovuna og Tórshavnar Kommunu. Men eingin myndugleiki sigur seg kunna gera nakað við málið, tí talan er um privata ogn.
Tak niður
Sí eisini