Spurningur um gegnið kærdur til Kommunala eftirlitið

Spurningur um gegnið kærdur til Kommunala eftirlitið
Heidi Lava Elgeirsdóttir hevði væntað, at Kommunala eftirlitið tók málið um gegnið hjá Bergi Robert Dam Jensen upp av sínum eintingum. Nú kærir hon sjálv málið
Heidi Lava Elgeirsdóttir (E), býráðslimur í Tórshavnar kommunu, kærir nú spurningin um gegnið hjá Bergi Robert Dam Jensen (C) til Kommunala eftirlitið
 
25.09.2026 - 18:33

Heidi Lava Elgeirsdóttir, Tjóveldis-býráðslimur í Tórshavnar kommunu, vil nú hava Kommunala eftirlitið at taka støðu til gegnið hjá javnaðar-býráðsliminum Bergi Robert Dam Jensen í málinum um staðsetingina av ætlaða eldradeplinum í Kollafirði.

Eftir býráðsfundin í Havn hóskvøldið í síðstu viku førdi hon alment fram, at Bergur Robert Dam Jensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, var ógegnigur, tá hann á fundinum hevði sett fram broytingaruppskot um at flyta staðsetingina av eldradeplinum inn á eitt øki, sum hoyrir til festið hjá mammu hansara, og síðan eisini vera við til at viðgera uppskotið og samtykkja tað. 

Dagin eftir boðaði Elsa Berg, borgarstjóri, frá, at hon hevði steðgað málinum.

Bergur Robert Dam Jensen (C), býráðslimur í Tórshavnar kommunu, vísir aftur uppáhaldinum um, at hann skal vera ógegnigur  (Savnsmynd)

 

Bergur Robert Dam Jensen hevur víst uppáhaldinum aftur og víst á advokatváttan um, at gegnið hjá honum var í lagi.

Síðan hevur málið hingið í leysum lofti. Heidi Lava Elgeirsdóttir væntaði, at Kommunala eftirlitið fór at taka málið upp av sínum eintingum, men tað hendi ikki, og nú kærir hon tað so sjálv.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

1834675

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025