Fíggjarnevndin vitjar lágskattaland

08.06.2016 - 08:26
InnlendisPolitikkur
Fíggjarnevndin vitjar lágskattaland
Gibraltar kann geva okkum íblástur, sigur forkvinnan í fíggjarnevndini, Ruth Vang

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum er í hesum døgum á kanningarferð á Gibraltar.

- Gibraltar er eitt lítið samfelag, og tí kann tað vera til íblástur hjá Føroyum at kanna, hvussu tey skipa síni viðurskftini á har, sigur Ruth Vang, forkvinna í fíggjarmevndini.

Á heimasíðuni hjá skattavaldinum á Gibraltar stendur, at vanligi inntøkuskatturin fyri einstaklingar er 20 prosent, og partafelagsskatturin er 10 prosent.

Har er eingin kapitalvinningsskattur og eingin ognarskattur, og so er Gibraltar heimskent fyri sínar loynidómar, sum tryggja útlendingum og útlendskum fyritøkum, ið hava kapital har.

Og sum í øllum skattaskjólum - ella lágskattalondum, sum Gibraltar sjálvt heldur vil kallast ,so er prísurin fyri at stovna feløg ein brotpartur av tí, sum hann er um okkara leiðir.

 

 

Mynd: Ruth Vang er forkvinna í fíggjarnevndini

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360