Landsverk: Maskinurnar klára ikki ein vetur aftrat

08.06.2016 - 12:57
InnlendisSamfelag
Landsverk: Maskinurnar klára ikki ein vetur aftrat
Stovnurin rópar neyðarróp, tí Landsverk klárar hvørki at grava kava ella salta

Maskinurnar hjá Landsverki eru nú í so vánaligum standi, at fleiri teirra klára ikki ein vetur afturat.

Tørvurin á nýggjum maskinum er akuttur, men Landsverk hevur ongar pengar at keypa fyri.

Avleiðingin verður, at Landsverk klárar hvørki at grava kava ella salta, sigur stovnurin í neyðarrópi til landsstýrismannin í samferðslumálum.

Vantandi viðlíkahald av landsvegakervinum og bygningum hjá tí almenna verður viðgjørt í Radaranum klokkan fimm minuttir yvir fimm seinnapartin.

Radarin viðger somuleiðis setanina av aðalstjóra til Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781