Ítróttarhús á Eiði fyri 14 milliónir

30.06.2016 - 18:57
Innlendis›Politikkur
Ítróttarhús á Eiði fyri 14 milliónir
Eiðis kommuna fer at byggja eitt ítróttarhús fyri 14 milliónir krónur við vøllin í bygdini

Nýggja ítróttarhúsið á Eiði fer at hava pláss fyri góðum 300 áskoðarum uttandura. Harafturat skal ítróttarhúsið eisini hýsa ymiskum endamálum so sum skiftingarrúmum, almennum fitnessrúmi, frítíðarskúla og samkomuhøli við pláss fyri upp í 250 sitandi gestum.

Endamálið er at skapa góðar ítróttarumstøður fyri øll á Eiði, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði. Spf Búð á Eiði fer at byggja ítróttarhúsið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026