Ov lítið føroyskt frálærutilfar á miðnámi

07.08.2016 - 14:43
InnlendisPolitikkur
Ov lítið føroyskt frálærutilfar á miðnámi
Kanning, sum Tórður Johannesarson, miðnámsskúlalærari, hevur gjørt, vísir, at bara 20 prosent av frálærutilfarinum á miðnámi er á føroyskum

Nógv tann størsti parturin av frálærutilfarinum í miðnámsskúlunum í dag er á donskum.

Soleiðis nýtist tað tó ikki at vera, tí vit hava neyðugu førleikarnar at gera tilfar á føroyskum, sigur Tórður Johannesarson, sum dagliga undirvísir í føroyskum á Glasi.

Hann gjørdi eina kanning í 2013, sum vísti, at bara 20 prosent av frálærutilfarinum í Miðnámsskúlunum var á føroyskum. Tann støðan er óbroytt.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360