Ov nógvir kassar til landskassainntøkur

07.08.2016 - 15:08
InnlendisPolitikkur
Ov nógvir kassar til landskassainntøkur
Formaðurin í Sambandsflokkinum heldur tað vera óneyðugt at seta inntøkur, sum fáast fyri at selja Lív Holding, í Búskapargrunnin

Uppskotið um at selja smápartafelagnum Fakfelag part av Lív Holding fær góða undirtøku í tinginum, men tingfólk í andstøðuni seta spurnartekin við, um tað er rætt, at peningurin, sum landið væntar at fáa av søluni, verður settur í Búskapargrunnin.

Sambært avtaluni við Uttanríkis- og vinnumálaráðið keypir smápartafelagið Fakfelag í fyrstu atløgu ein triðing av partapeninginum í Lív Holding fyri góðar 23 milliónir kr.

Tá málið fekk fyrstu viðgerð í tinginum fríggjadagin, ávaraði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, ímóti at savna pening í fleiri almennar kassar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454