Radarin: Kommunur í leysum lofti

bannari
08.09.2016 - 09:44
InnlendisPolitikkur
Radarin: Kommunur í leysum lofti
Aftaná kommunuvalið má samanlegging, útjavning og avmarking í dupultmandatum á politiska dagsskrá, siga løgmaður, tingkvinna og borgarstjóri

Síðani fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging í 2012, tá bara ein triðingur var á vali, og samanlegging fall við einum braki, hevur tað nærum verið tabu at taka kommununýskipan upp á tungu.

Men veruleikin bíðar ikki, og tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, spírdust nýggjar stórar kommunalar samstarvseindir burturúr. Men tær eru ikki heilt rótfestar í demokratiska bygnaðinum, og tað er ein trupulleiki, halda fleiri politikarar.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, Annika Olsen, tingkvinna og fyrrverandi landsstýriskvinna í kommunumálum, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri og næstformaður í Kommunufelagnum, skifta orð um kommunusamanlegging, útjavning og dupultmandat, sum øll trý halda ber í sær ein vanda, sum í ringasta føri kann eta alt vald frá Føroya løgtingi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730