- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórin: Føroyar verða altíð útgangsstøðið
23.10.2016 - 15:31
Innlendis›Vinna
Stjórin: Føroyar verða altíð útgangsstøðið
Atlantsflog kannar nú møguleikarnar at lækka prísin á teimum dýrastu ferðaseðlunum
Atlantsflog er til reiðar at kappast við SAS, tá felagið fer at flúgva á Keypmannahavnar-leiðini, sum er størsta inntøkukeldan hjá Atlantsflogi.
Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.
Bíligastu ferðaseðlarnir verða nógv seldir, men nú verður kannað, um tað ber til at lækka prísin á dýrastu ferðaseðlum, sum verða keyptir stutt undan fráferð, sigur Jóhanna á Bergi.
Stjórin í Atlantsflogi sigur, at nú SAS eisini fer at flúgva millum Keypmannahavn og Vágar, verður bara meiri av tí sama, sum hon tekur til.
Atlantsflog fer altíð at leggja dent á brúka Føroyar sum útgangsstøði, sigur Jóhanna á Bergi.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV