Skarvanes fingið rødd í kommunalpolitikki

bannari
12.11.2016 - 09:34
Innlendis›Politikkur
Skarvanes fingið rødd í kommunalpolitikki
Fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð hevur bygdin Skarvanes fingið umboð í Húsavíkar kommunu

Eftir fínteljingina av bygdarráðsvalinum týsdagin, gjørdist javnt millum Símin Hannus Johannesen og Poul Jákup Thomsen, báðir á lista B, sum er Dalslistin, teir fingu níggju atkvøður í part.

Lutakast var millum teir báðar, og Poul Jákup Thomsen, sum býr á Skarvanesi vann. Á Skarvanesi búgva 12 fólk, og av teimum hava níggju valrætt. Poul Jákup Thomsen fegnast um stuðulin.

Í kommunustýrinum fyri Húsavíkar Kommunu sita nú umframt Poul Jákup Thomsen, Brynhild Sørensen, Jonna Anthoniussen, Vinjard Tungá og Oddvør Johannesen. Bygdarráðið hevur ikki skipað seg enn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723