Arbeiðið við Dalstunlinum hevur órógvað vegir - Kommunan samskift ov lítið

Arbeiðið við Dalstunlinum hevur órógvað vegir - Kommunan samskift ov lítið
Video: Húsavíkar kommuna hevur verið nógv órógvað av arbeiðnum við Dalstunnlinum, sæst aftur í skoðsmálum. - Kommunan samskiftir ikki við íbúgvarnar, sigur húsavíkingur.
Húsavík 10. oktober 2024.
 
11.10.2024 - 10:38

Ferðslu- og vegaviðurskiftini í Húsavíkar kommunu fáa ring skoðsmál sambært stóru kommunukanningini hjá Kringvarpinum, sum Lóður hevur staðið fyri. Men Dávur Sørensen, bygdaráðslimur, væntar at fólkið í hesum sambandi meinar við bygdavegirnar rundan um Húsavíkar bygd. Arbeitt hevur nevniliga verið upp á tunnilin til Dals í skjótt fimm ár. Fyrsta skotið til Dalstunnilin varð latið av í november í 2020, meðan fyrireikandi arbeiðið byrjaði í 2019.

- Ferðslan til og frá bygdini hevur verið rættiliga órógvað av hesum og tað ávirkar helst skoðsmálið í kommunukanningini í samband við vegirnar, heldur Dávur Sørensen.

Sambært honum eru vegirnir inni í bygdunum heilt hampuligir, tó at tað kundi verið fylt í nøkur hol nakað oftari.

Bussambandið er tó vorðið betri, síðan Sandoyartunnilin kom. Áðrenn undirsjóvartunnilin var sambandið út av lagi vánaligt, sigur hann, tí tá bar ikki til at fara úr Húsavík og møta til arbeiðis í Havn rættstundis. Men við tilkalling ber nú til at vera í Havn kl. 8.00 um morgunin.

Tórunn Magnussen, sum býr í Húsavík, heldur, at vegirnir í kommununi áttu at verið breiðari.

- Vegirnir vórðu av fyrstan tíð gjørdir til hestavognar, og tí tola teir ikki so nógva og tunga ferðslu, sum vit síggja  nú, sigur hon.

 

20241011_NET_HUSAVIK_01

 

Tað er ikki liðugt at arbeiða við kloakkini í Húsavík, hóast arbeiðið hevur verið í gongd í fleiri ár.

Húsavíkar kommuna fevnir um tríggjar bygdir, og tí tekur tað langa tíð at koma runt, umframt at tað er sera kostnaðarmikið, sigur Dávur Sørensen. Harafturat heldur hann, at krøvini fyri kloakkviðurskiftini eru púra burturvið. Hann vísir á strongu krøvini, sum serliga Húsavíkar bygd skal lúka, tí tað er ein grindavág.  

- Tí at her er grindavág skulu vit brúka tað, sum nærkast einari álíkning til pumpuverk og síðani til at keypa streym at reka pumpuverkini við í framtíðini. Alt hetta bert tí ein grind er á víkini í eina løtu triðja ella fimta hvørt ár. Tað hevði verið betri, um man lat tyngdarmáttin drigið tað út á víkina. Men tað ber ikki til - kloakkin skal førast heilt suður um havnalagið .

 

20241011_NET_HUSAVIK_02

 

Fólk í kommununi ynskja, at umstøður til skip og bátar skulu raðfestast hægri. Tórunn Magnussen minnist seg ikki hava sæð nakran bát yvirhøvur í bátahylinum í ár.

Dávur Sørensen greiðir frá, at tá ógvusligt ódnarveður var í 2020 fór nógv av havnalagnum og vegunum í ódnini. Kommunan fekk lovað endurgjald frá landinum, men øll upphæddin fór til Hvalbiar, har havnin eisini fór sera illa, sigur hann. Av fíggjarligum ávum hevur kommunan tí valt at tikið skúla og barnaansing framum.

 

20241011_NET_HUSAVIK3

 

Tá fólk í Húsavíkar kommunu svaraðu kommunukanningini, vístu tey stóra ónøgd við samskiftið - ella manglandi samskiftið, sum er millum kommunu og íbúgvarnar í kommununi. Har fekk kommunan bert 2,8 stig út av 10. Til samanberingar liggur miðaltalið fyri allar kommunur á samskiftisøkinum á 6.

Hetta úrslitið kemur ikki óvart á Tórunn Magnussen, sum sigur, at als onki samskiftið hevur verið frá kommununi til íbúgvarnar, tað hon veit um. Hon saknar, at kommunan skipar fyri upplýsandi fundum. 

 

20241011_NET_HUSAVIK_04

 

Bústaðarmøguleikarnir eru góðir í kommununi, halda fólk, sum hava givið kommununi 66 út av 100 stigum. Miðaltalið fyri landið liggur um 44 stig.

Bygdaráðslimurin vísir á, at lagt er av til fleiri grundstykki, bæði í Húsavík, Dali og á Skarvanesi. Grundstykkini liggja um 50.000-60.000 krónur.

Og hóast Tórunn Magnussen heldur, at tað átti at verið gjørt meiri fyri at fingið ymiskt virksemi til kommununa, soleiðis, at barnafamiljur kunnu støðast og hava okkurt at fáast við, so trívist hon sjálv sera væl í Húsavík.

 

20241011_NET_HUSAVIK_05mp4

 

 

*Vit fingu tíverri ikki fatur á borgarstjóranum í Húsavíkar kommunu, Jákup Martin Sørensen, at viðmerkja kommunukanningina í hesum sambandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. november
RagnarRokk 14.november 2024
182726
Hósdag 14. november
RagnarRokk: Oliver Wakeman um Anam Cara
182725
Hósdag 14. november
Andarblak - Bøn
183653
Hósdag 14. november
«Guðs ríki er innan í tykkum»
183622
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. november
Nations League: Armenia - Føroyar
183664
Týsdag 12. november
Kommunuval 2024
183542
Mánadag 11. november
3-2 (11. november 2024)
183443
Sunnudag 10. november
Guðstænasta úr Christianskirkjuni
183390
Sunnudag 10. november
Undansending: Ukraina - Føroyar
183391