Anita breyt avtaluna

bannari
16.11.2016 - 17:45
Innlendis›Politikkur
Anita breyt avtaluna
Tað var avtalubrot, at Anita Vibergsdóttir ikki tók av møguleikanum at vera borgarstjóri á Tvøroyri, sigur Jens Rói Sørensen

Hann stillaði sjálvur upp á Borgaralistanum.

Anita Vibergsdóttir spurdi seg heldur ikki fyri hjá hinum valevnunum á Borgaralistanum, áðrenn hon lat Kristin Michelsen halda fram sum borgarstjóri næstu fýra árini.

- Púra greitt avtalubrot, sigur Jens Rói Sørensen.

Sjálvur fekk Jens Rói Sørensen 56 atkvøður á kommunuvalinum. Hann var tann triði í røðini hjá Borgaralistanum.

Anita Vibergsdóttir fekk 14 atkvøður fleiri, hon fekk 70 atkvøður.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213