Skapa tørv fyri at fáa fólk aftur í oynna

15.12.2016 - 14:04
Innlendis›Politikkur
Skapa tørv fyri at fáa fólk aftur í oynna
Tørvur er á fleiri eftirskúlum í Føroyum, sigur borgarstjórin í Vági, Dennis Holm

Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, vil ikki hava sitandi á sær, at ætlanin hjá Vágs býráði um ein ítróttareftirskúla er sett í verðina fyri at skapa tvídrátt um ætlaða eftirskúlan í norðaru helvt á Suðuroynni.
Talan um tvær ymiskar verkætlanin, og tørvur er á báðum, heldur borgarstjórin.

Hoyr eisini: Tí er skúlin ikki búgvin, sigur Rigmor Dam, landsstýriskona

Ætlanin hjá Vágs býráði er at hýsa eftirskúlanæmingunum í somu smáttunum, sum í dag hýsa næmingunum á ítróttarháskúlanum. Og harumframt er nógv orka seinastu árini løgd í at fáa til vega umstøður til ítróttin í kommununi, eitt nú langhylurin.
Dennis Holm kennir einki til, at Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, skal hava hótt við at slíta samgonguna, um peningur verður játtaður til ítróttareftirskúlan í Vági.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860