Kappingareftirlitið kannar matvøruprísir

Kappingareftirlitið kannar matvøruprísir
Nýggj heimild um príseftirlit frá 2023 gevur Kappingareftirlitinum heimild til at kanna fleiri lið í marknaðinum
Kappingareftirlitið er farið at kanna prísstøðið á matvørum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
07.08.2025 - 13:11

Kappingareftirlitið kannar í løtuni, um matvørurnar í handlinum kosta ov nógv.

Ein nýggj heimild um príseftirlit frá 2023 gevur Kappingareftirlitinum heimild til at kanna fleiri lið í marknaðinum.

Fyrr í ár kom ein greining frá Kappingareftirlitinum, sum vísti, at einki bendir á, at føroysku matvøruhandlarnir gera sær dælt av prísvøkstrinum undir koronu og av krígnum í Ukraina.

 

 

Terje Sigurðsson er deildarstjóri í Kappingareftirlitinum. 

 

Men kanningin segði einki um prísstøðið í Føroyum.

Tað verður kannað nú.

Nakrar fáar ketur hava matvøruhandlar. Umframt FK eru somu eigarar av Miklagarði, Bónus og Mylnuni, meðan Poul Hansen Heilsøla eigur í bæði Á og Samkeypi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

07982025_Terji_or_priskanning

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083