Sambandsflokkurin viðger uppskot frá Høgna Hoydal

bannari
12.01.2017 - 13:21
Innlendis›Politikkur
Sambandsflokkurin viðger uppskot frá Høgna Hoydal
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevði fund við Sambandsflokkin um fiskivinnunýskipanina í gjár

Sambandsflokkurin fekk í gjár at vita frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, hvussu hann hugsar sær, at fiskivinnunýskipanin skal síggja út.

Men fleiri spurningar eru framvegis ógreiðir, og tí fer Sambandsflokkurin at umrøða tað, sum kom burturúr fundinum, og fer síðani at fáa landsstýrismannin at útgreina ivamálini.

Tað sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Seinnapartin fer Fólkaflokkurin á fund við Høgna Hoydal um fiskivinnunýskipanina.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860