Noktar seg sekan

23.01.2017 - 14:50
InnlendisSamfelag
Noktar seg sekan
Sakarmálið móti einum kommunulækna, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á fleiri kvinnur, byrjaði í morgun.

Talan er um tilsamans 13 ákærupunkt og 12 kvinnur.

Kommunlæknin, sum hevur virkað kring landið, er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á kvinnurnar, tá tær vóru til kanningar hjá honum. Millum annað er talan um undirlívskanningar, har kvinnurnar allar eru sannførdar um, at læknin hevur gjørt seg kynsliga inn á tær.

Í rættinum var hetta ført fram sum brot á í høvuðsheitum tveir greinir. Tann eina er grein 150, sum snýr seg um, at ein persónur í almennari tænastu misnýtir sína støðu - í hesum førinum at kommunulæknin er farin út um sínar heimildir. Hin greinin er 232, sum snýr seg um "blufærdighedskrænkelse", altso blygdanarskemd.

Rólant Waag Dam var í Føroya Rætti í morgun, og greiðir í ljóðbrotinum frá sakarmálinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815