Eingin semja um fiskivinnunýskipan

bannari
28.02.2017 - 14:32
Innlendis›Politikkur
Eingin semja um fiskivinnunýskipan
Høgni Hoydal ber einki uppskot um nýskipan av fiskivinnuni í Løgtingið í dag. Landsstýrismaðurin gevur samgonguni longda freist til mánadagin

Samráðingarnar millum samgonguna og Sambandsflokkin um eina fiskivinnunýskipan hava ikki givið nakað úrslit, og landsstýrismaðurin ber einki uppskot í Løgtingið í dag.

Í staðin gevur Høgni Hoydal sær sjálvum og samgonguni freist til mánadagin at almannakunngera eitt uppskot um eina nýskipan, sum samgongan antin leggur fram einsamøll ella saman við Sambandsflokkinum.

- Eg má bara staðfesta, at samráðingarnar við Sambandsflokkin hava ikki borið á mál. Nakrir knútar hava verið ov stórir til at loysa, sigur Høgni Hoydal.

Hóast einki er komið burturúr samráðingunum millum samgonguna og Sambandsflokkin, so vil landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki siga, at samráðingarnar eru endaliga slitnaðar. Tað vilja næstu dagarnir vísa, sigur hann.

Um tað ikki eydnast landsstýrismanninum at fáa Sambandsflokkin aftur til samráðingarborðið, so vendir samgongan aftur til útgangsstøði og leggur sítt egna uppskot fram.

Høgni Hoydal hevur ikki avtalað nakran nýggjan fund um fiskivinnunýskipanina, hvørki við Sambandsflokkin ella nakran av hinum andstøðuflokkunum.

Áðrenn Sambandsflokkurin fór í realitetssamráðingar við samgonguna tryggjaði flokkurin sær neyðugu atkvøðurnar frá samgongutinglimum, soleiðis at flokkurin kann leggja sítt egna nýskipanaruppskot fyri Løgtingið, eisini eftir at freistin er farin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342