Uppskot um nýggja alilóg leggjast fyri samgonguna

bannari
04.03.2017 - 09:46
InnlendisPolitikkur
Uppskot um nýggja alilóg leggjast fyri samgonguna
Meginreglan um, at "ein fjørður hevur ein alara", skal broytast, so pláss verður fyri aðrari aling eisini, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður
Komandi viku verður uppskot um nýggja alilóg lagt fyri samgonguna
Mynd: Savnsmynd  

Umhvørvið skal eisini raðfestast í nýggju alilógini, og tað skal gerast í fremstu lógargreinini, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
Eisini skal alivinnan fyrireika seg til at lata meira upp, so almenningurin fær innlit í bæði lúsatøl og kemiskar viðgerðir, sum verða brúktar at basa lús til dømis.

Poul Michelsen sigur, at uppskotið um nýggja alilóg verður lagt fyri samgonguna í næstu viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV